Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00

Pensjónistafelagið Hugni

Pensjónistafelagið Hugni skipar fyri áhugaverdum valfundi í Smæruni týsdagin 17. mars kl. 15.00.

Fokus verður sett á eldraøkið, eldrapolitikk og infrakervi í norðoyggjum.

Pensjónistafelagið Hugni skipar fyri áhugaverdum valfundi í Smæruni týsdagin 17. mars kl. 15.00.

Fokus verður sett á eldraøkið, eldrapolitikk og infrakervi í norðoyggjum.

Umboð fyri allar flokkar eru bjóðaðir við til valfundin.
Høvið verður at seta spurningar til panelið av politikarum, og annars verður orðstýrari at halda skil á politiksa orðaskiftinum.

– Vit hava skipað fyri slíkum valfundum áður, og tað hevur riggað sera væl. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá flokkunum, at seta sjóneykuna á hvat tey ynskja at gera fyri eldra ættarliðið, og fyri norðoyggjar í síni heild, sigur Maria Olsen, forkvinna í Hugna.

Pensjónistafelagið Hugni bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.