Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seyðahundafinala á Viðareiði

Jóhann Lützen

Finalan Faroese National var í gjár á Viðareiði. Hetta var tann seinasta kvalifikatións kappingin av 7.

 

Finalan varð gjørd sum dobbelt fetch. Hetta merkir, at hundurin skal heinta 2 sett av seyði og júst hetta er ongantíð gjørt áður, í einari kvalifikatiónskapping í Føroyum. Hettar var avbjóðandi fyri hundarnar  og spennandi hjá hundaførarunum at royna. Føroyingar hava seinastu árini havt hundar í altjóða finalum og tá er tað dobbelt fetch, so hettar eru góðar royndir at hava við sær uttanlanda.

Nr. 1 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn
Nr. 2 Jónstein Petersen v/Kvikk
Nr. 3 Tummas Jacobsen v/Moss

FM støðan sær soleiðis út:
Nr 1 Tummas Jacobsen v/Moss
Nr. 2 Jónstein Petersen v/Gripur 
Nr. 3 Jónstein Petersen v/ Kvikk
Nr. 4 Anna Sofía Fjallheim v/Lynn 

Nr 1,2,3 og 4 fara at umboða Føroyar í EM í Belgia í August
Nr 1,2 og 3 fara at umboða Føroyar í HM í Skottlandi í septembur.