Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ríkisfelagsskapurin

Árni Klein Olsen

Ríkisfelagsskapurin stendur framman fyri einum av sínum mest avgerandi løgtings- og fólkatingsvalum. Danmark hevur latið dyrnar upp fyri broytingum – og tað gevur Føroyum ein gyltan møguleika at styrkja sína støðu í felagsskapinum.

Tí er tað eisini ógvuliga álvarsamt, at arbeiðið við eini tjóðarsemju tók eina leið, har málið í veruleikanum gjørdist at loysa Føroyar úr felagsskapinum. Tað kann Sambandsflokkurin ikki góðtaka, og tóku vit okkum tí úr semjuni.

Føroyar hava brúk fyri støðufesti, samstarvi og realistiskum loysnum – ikki politiskum eksperimentum við óvissum avleiðingum.

Ríkisfelagsskapurin gevur Føroyum heilt ítøkiligar fyrimunir – fyrimunir, sum nú standa í veruligum vanda.

Vit tosa um:

· Lægri rentustøði, tí vit eru partur av einum sterkari búskaparligum felagsskapi við Danmark

· Breiðar og góðar útbúgvingarmøguleikar hjá føroyskum ungum

· Atgongd til serviðgerð á donskum sjúkrahúsum, tá tørvur er á tí

· Tryggleika á uttanríkispolitiska økinum

 

Hetta eru ikki smálutir – hetta eru grundarløg undir okkara vælferð og tryggleika.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum greitt og uttan iva sigur: Vit vilja varðveita og menna ríkisfelagsskapin.

Tí er veruleikin einfaldur:

Ein atkvøða fyri Sambandsflokkin er einasta trygga atkvøðan fyri ríkisfelagsskapin.

 

X við Árna Klein Olsen

X við Sambandsflokkin