Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Valkafé í Skálanum – øll eru vælkomin

Norðoya Fólkafloksfelag

Í sambandi við valið skipar Fólkaflokkurin fyri valkafé í Skálanum komandi dagarnar, har dentur verður lagdur á bæði hugna og gott prát

 

Týsdagin verður boðið til morgunmat frá kl. 10, og eru øll hjartaliga vælkomin inn á gólvið.

Mikudagin verða dyrnar latnar upp kl. 19, og tá verður boðið til ræsta súpan.

Skráin hetta kvøldið er fjølbroytt.

  • Kl. 20 syngur Hans Hjalti Skaale nøkur kend løg, og
  • kl. 21 verður felagssangur við Heina Ziska Dahl, Victor á Lakjuni og Oliver Askham.
  • Kl. 22 syngur Jónas úr Adrenaline nøkur løg.

Hósdagin verður aftur boðið til morgunmat frá kl. 10, og er høvi at støkka inn á gólvið til eitt prát og ein góðan morgunmatarbita.

Endamálið við valkaféini er at skapa eitt opið og hugnaligt umhvørvi, har fólk kunnu hittast til eitt gott prát, bæði um politikk og annað.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Skálan.