Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Til útróðrar í páskaferiuni

Jóhann Lützen

Vit hava 5.000 pund á 37 stampum. Vit fara avstað aftur í kvøld, sigur Johannes Nybo

 

Tá vit vóru á støð fyrrapartin landaði Dalsenni til NFCS. Teir tríggir floksfelagarnir Johannes Nybo, Karstin Eysturskorð og Hildebrand á Lakjuni hava páskaferiu og so beint til útróðrar. Teir ganga til skipara á Sjónámi. 

Vit hava 5.000 pund á 37 stampum, tað mesta er góður toskur og so hýsa. Nú fara vit at sova, so smyrja vit okkum ein matpakka. Vit fara avstað aftur í kvøld, sigur Johannes Nybo.