Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC

Jóhann Lützen

Fólkaflokkurin fær løgmann og tvey landsstýrisfólk, Sambandsflokkurin fær tvey landsstýrisfólk og løgtingsformannin, Javnaðarflokkurin fær tvey landsstýrisfólk

 

Norðlýsið skilir, at teir tríggir ABC flokkarnir hava asfalterað ímeðan teir hava arbeitt upp á vegin. Samgonguskjalið er komið væl áleiðis, somikið væl áleiðis, at eitt útkast væl kann verða klárt leygarkvøldi. 

Av tí at talan er um tríggjar av teimum stóru flokkunum, so verður talið av aðalráðum sjey – løgmann og so seks landsstýrisfólk.

Fólkaflokkurin er størsti flokkur og fær løgmann og tvey landsstýrisfólk. Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur og fær tvey landsstýrifólk og løgtingsformanssessin. Javnaðarflokkurin er minsti flokkur og fær tvey landsstýrisfólk.