Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føroyum við KÍ

Jákup Ósá

Dysturin í gjár var nummar 40 uttan tap á føroyskari jørð í KÍ hjá svenska venjaranum.

Magnus Powell vann greipuna í sínum fyrsta ári sum venjari hjá KÍ, tá KÍ í heimligu kappingini ongan dyst tapti av tilsamans 32. Í altjóða fótbólti tapti KÍ ongan dyst í Føroyum, so talið fyri dystir í Føroyum uttan tap kom uppá 35.

Í 2026 hevur KÍ havt tað torførari við tveimum javnleikum fyrstu fýra landskappingardystirnar. Men saman við stórsteypadystinum, so er KÍ undir Magnusi Powell komið uppá 40 dystir á føroyskari jørð uttan at tapa.

 

Dystir uttan tap Føroyum:

Landskapping: 31

Steypakapping: 5

Altjóða dystir: 3

Stórsteypadystir: 1

Harleywoodpaint