Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er fremst í kvinnudeildini

Norðlýsið

Eftir at EBS/Hoyvík hevur tikið seg úr kappingini hjá kvinnunum, eru stigini og málini strikaði. FSF hevur nú dagført talvuna, so úrslitini vísa røttu løtumynd.

Aftaná stórtapið hjá EBS/Hoyvík fyri nakað av tíð síðani, valdi EBS/Hoyvík at taka liðið úr Meistaradeildini hjá kvinnum. Liðið hevði spælt bert spælt ein dyst, og tapt 30-0.

Eftir at liðið hevur trekt seg úr deildini, hevur FSF dagført stigatalvuna.

KÍ hevur lagt væl frá landið, hevur vunnið sínar dystir móti 07 Vestur og NSÍ, og liggur í løtuni á fyrsta plássi við fullari úrtøku og einari málúrtøku  15-0. HB og NSÍ hava eisini 6 stig, men meðan HB og KÍ hava spælt tveir dystir, so hevur NSÍ spælt 3 dystir.

Nú er landsliðssteðgur, og fyrsti landskappingardystur hjá KÍ er ikki fyrr enn 26. apríl, tá ið KÍ tekur móti B36 á heimavølli.