Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sterkar norðoyatingkvinnur stýra fíggjarnevndini

Jóhann Lützen

Eftir drúgvar tingingar í Løgtinginum í dag eru Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Eyðgunn Samuelsen valdar í fíggjarnevndina, sum er valdsmiklasta nevndin á tingi.

 

Báðar stillaðu upp í Norðoyggjum. Gamalt var, at landafrøðiliga umboðanin í fíggjarnevndini hevur stóra ávirkan á, hvørji øki í landinum verða politiskt raðfest.

Samgongan telur 22 tingfólk og andstøðan 11. Tað sæst aftur nú allar løgtingsnevndirnar eru mannaðar. Samgongan eigur forfólkini í øllum nevndunum og ruddiligan meiriluta í teimum flestu.

Sermerkt er, at í týdningarmestu nevndini av øllum, fíggjarnevndini, eru kvinnurnar í meiriluta. Umframt tær báðar úr Norðoyggjum, sita eisini Ruth Vang og Sirið Stenberg. Helgi Abrahamsen situr við borðendan.

Orrusta var í Fólkaflokkinum, tá tað gjørdist greitt, at tað ikki var pláss fyri einari kvinnu í landsstýrinum. Tá lá í luftini, at kvinnurnar fóru at fáa nakrar tungar sessir í Løgtinginum sum plástur á sárið. Staðfestast kann, at so er, tí umframt fíggjarnevndarsessin hjá Elsebeth, so er Fía Selma Nielsen vald í Vinnunevndina, har javnaðarmaðurin Ben Arabo er formaður.

Hini forfólkini eru Jørgen Niclassen í Uttanlandsnevndini, Grímur Sundstein í Trivnaðarnevndini, Súsanna Bertholdsen í Mentanarnevndini, Fróði Magnussen í Rættarnevndini, Erhard Joensen í Landsstýrismálanevndini og Fróði Magnussen er eisini formaður í Løgtingsgrannskoðanini.