Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Holland í litføgrum hami

Jóhann Lützen

Eg veit væl at onki er sum í Føroyum. Men av og á, so fáa vit eisini flottar upplivingar aðrastaðnis. Millum annað her í Den Helder í Hollandi, sigur Fróði Waag flogskipari

 

Fróði Waag hevur sent okkum hesa heilsu úr Hollandi. 

Sámal úr Fugloy og eg flúgva dagliga í frálandavinnuni út úr Den Helder. Tað sum annars í stóran mun er merkt av einum gráum gerandisdagi millum niðaru luftløgini, broytist í apríl til eitt litspæl í ovurmát. Hollandsku tulipanirnar standa í hesum døgum í fagrasta blóma, og fáa vit tí eina serliga uppliving við hvørja fráferð og lending hesar dagarnar.

Helt eg skuldi deila hesa uppliving 

Bestu heilsir úr Hollandi.

vh
Fróði Waag