Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudagin

Jóhann Lützen

Sunnudagin 26. apríl kl. 14.00 verður stórt hátíðarhald í Oyndarfirði, í samband við at nýggj standmynd verður avdúkað.

 

Tað er listakvinnan Lív Ejdesgaard, sum hevur evnað standmyndina, ið kallast Vónarinnar Ljós. Standmyndin er til øll, sum hava mist og er ein møguleiki at steðga á eina løtu og leggja merki til, hvussu ljósið eisini vinnur á sorgini.

Umframt avdúkingina, verða røður og tónleikur á skránni. Eisini verður bjóða suppa, kaka og drekkamuður.

Øll eru hjartaliga vælkomin!