Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Baldursbráð verður útbygd

klaksvik.fo

Arbeiðið at útbyggja barnagarðin á Norðoyri gongur væl. Eftir ætlan letur nýggi parturin av náttúrubarnagarðurin Baldursbrá upp eftir ólavsøku, og tá verður tá pláss fyri 35 børnum afturat. Sostatt verður tilsamans plássið fyri 80 børnum í Baldursbrá

 

Vivian Bjartalíð, leiðari í Náttúrubarnagarðinum Baldursbrá, sigur, at tørvur er á fleiri barnagarðsplássum í kommununi, tí er gleðiligt at tað gongur bæði væl og skjótt at víðka um barnagarðin á Norðoyri.

Ætlanin er at verandi stovnur og útbyggingin skulu hava somu leiðslu, umframt at stórur partur av núverandi spæli- og útiøki eisini verður felags.

Tað er Norðhús sum byggir barnagarðin fyri Klaksvíkar kommunu. Verkætlanin er mett at kosta 9,2 milliónir krónur.