Tað spyrja vit lurtarar og eisini Kristian Mikkjalson, sum rekur flutningsfyritøkuna Mikkjalsson flutningur í sendingini “Komið øll við”
Norðoyatunnilin fyllir 20 ár í dag. Tað var tann 29. apríl í 2006, at koyrandi var ígjøgnum Norðoyatunnilin á fyrsta sinni.
Vit vilja fegin at lurtarar senda inn ein sms á 756565 og greiða frá hvat Norðoyatunnilin hevur haft at týða. Samstundis eru øll sms við í kapping um ein kassa frá Føroya Bjór og eisini eitt atgongumerki til Norðfestivalin.
Sendingin er frá kl. 13 til kl. 15 og kann hoyrast við at trýsta á Radio knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7.
Kristian Joensen er vertur.



