Í samband við Virkið Vár bjóðar Stjørnan til stuttligar rørslur og góðan felagsskap.
Kl. 16.30 verður Trille Trolle Hondbóltur á skránni. Trille Trolle er fyri øll børn, sum eru 2-4 ár – saman við einum vaksnum.
Við Trille Trolle leggja vit dent á rørslugleði, bóltspæl og góðan felagsskap. Venjingin verður skipað við spæli og eru øll børn vælkomin.
Kl. 18 bjóðar Stjørnan øllum, sum eru 30+ til 5 A SIDE Hondbólt. Til 5 A SIDE spæla vit við bleytum bóltur og kunnu øll verða við til hesa venjingina. Spælt verður á stuttum vølli.
5 A SIDE er ikki til teirra, sum spæla í bestu ella næstbestu deildini.
Hvar: Í KÍ-høllini
Nær: Hósdagin 30. apríl
Klokkan: 16.30 (Trille Trolle) og 18 (5 A SIDE)



