Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Borgarstjórin í Egersund fegnast

Dávur Winther

Borgarstjórin í Egersund, Anja Hovland fegnast um stóru lastina, sum Christian í Grótinum hevur landað har nú um dagarnar.

Anja Hovland heldur at tað hevur gingið skjótta landa – 44 tímar tók tað at hetta snotiliga skipið.

Christian í Grótinum hevur fyri tíð síðan landað tað størstu lastina í fleiri ymiskum støðum.

Anja Hovland skrivar soleiðis á FB-vanganum hjá kommununi:

Færøyske MS Christian í Grótinum har satt ny rekord i Egersund havn!

Denne uken ble det losset hele 3505 tonn kolmule ved Prima sitt anlegg på Kaupanes – på bare 44 timer

Imponerende effektivitet og et tydelig bevis på aktiviteten og kapasiteten i havna vår

Foto: Jarl Dyrnes

Jú, Christian í Grótinum hevur nógvar rekordir ella met í landingum.

Teir hava landað somu nøgd í Skagen einaferð uppá 22 tímar og í Fuglafirði uppá 30 tímar.

Eisini hava teir met í nøgd/tonsum av last uppá 3500 t og meir í Egersund, Karmsund, Skagen, Eyskufirði og hjá Havsbrún í Fuglafirði.

Eitt væla skip og ein væla snekkja við dunaligum fólki.