Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar

Jóhann Lützen

Í dag fari eg avstað úr Svínoy, so nú snýr tað seg um at finna útav, nær tað verður, skrivar ein brúkari á Svínoyar facebook-bólkinum

 

Svínoyingar hava ein felags bólk á facebook har samskift verður um mál, ið hava týdning fyri Svínoyingar. Ferðasambandið er sjálvsagt eitt evni, sum fyllir nógv hjá Svínoyingum og í dag skrivaði so ein kona úr Svínoy soleiðis á bólkinum:

 

Í dag fari eg avstað úr Svínoy, so nú snýr tað seg um at finna útav, nær tað verður.
Kombinatiónsmøguleikarnir eru nógvir.

Her eru nøkur dømi:

  • kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar – á Eiðið ella Víkina, síðan til Kirkju og síðan Hattarvík og síðsn kanska aftur til Hattarvík og at enda til Svínoyar.
  • Kanska Ritan bara kemur til Svínoyar, antin á Eiðið ella í Víkina.
  • Kanska Ritan bara kemur á Eiðið og Kirkju og so aftur á Eiðið
  • Kanska hon fer beint til Kirkju og síðan á Eiðið
  • og so víðari ..