Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnaløta fyri sjómansfamiljur

Jóhann Lützen

Kristi himmalsferðardag, 14. mai, millum kl.14. og 17. bjóðar Føroyska Sjómansmissiónin sjómansfamiljum til hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.

 

Tá verður høvi til at grilla mat, á grillini hjá Leguhúsinum, sum familjurnar hava við.

Møguleiki verður fyri at spæla á økinum við Leguhúsið og at rógva við bátunum. Familjurnar hava ábyrgd av børnunum.

Sjómansmissiónin bjóðar the og kaffi.

Enda verður við bøn og ”Gakk tú tryggur fram við góðum treysti”

Allar sjómansfamiljur eru vælkomnar!