Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Tiltøk í vikuni

Visit North

Testovukonsert við Guðrið Hansdóttir, Norðoyastevnuteitið og Atlantic Fair eru á skrá næstu vikuna

Fríggjadagin 15. mai
Kl 15 verður konsert í avhaldshúsinum í Mikladali. Tað eru Tónajammarar, sum bjóða til ókeypis konsert og drekkamunn. Tónajammarar er strúkiorkestrið hjá Nes Sóknar Musikskúla, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson.
Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni

Leygardagin 16. mai
Kl 19 er testovukonsert við Guðrið Hansdóttir. Konsertin er í testovuni Marin Malenu, og møguligt er at keypa góðan mat og drekka afturvið. Atgongumerki kunnu keypast á bsg.fo
Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu

Mánadagin 18. mai
Kl 19 verður Norðoyastevnuteiti á loftinum á Spinnarínum. Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo
Kl 19.30 hevur danska kamarkórið Dorimus konsert í Varpinum. Atgongumerki kunnu keypast á varpid.fo

Týsdagin 19. mai
Kl 10-17 er stóra vinnustevnan Atlantic Fair í ítróttarhøllunum í Klaksvík.
Kl 19 verður Norðoyastevnuteiti á loftinum á Spinnarínum. Klaksvíkar Sjónleikarafelag framførir. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Mikudagin 20. mai 
Kl 10-17 er stóra vinnustevnan Atlantic Fair í ítróttarhøllunum í Klaksvík.