Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla

Jóhann Lützen

Er Kular Røtur eitt frísk træ við fleiri vøkrum greinum, so er bulurin Jógvan Hansen og Rakul Ró Steintórsdóttir, sum syngja orðini og spæla sjónleikin í nýggjum sangi og videolagi.

 

Eg vil ikki í skúla er upptikin í Íslandi, har Jógvan Hansen; eftir at hava gjørt Bilin hjá okkum, Hon er omma mín og Grønar menn frá Pluto kendar í Føroyum, hevur búð og virkað sum tónleikari. Røddin hjá Rakul Ró er sungin inn í Mike Studio í Klaksvík.

Ta skemtuligu skúlasøguna um mammudreingin, sum hevur skúlafobi ella bara ikki vil í skúla, hevur Steintór Rasmussen skrivað.

Sangurin er tann fyrsti í nýggjari Kular Røtur røð og er nú tøkur at hoyra og síggja á You Tube, Spotify og øðrum talgildum miðlum.

Videolagið er ein serstøk UFO produktión. Upptikið og filmað við niðursettari ferð og sett saman sum ein gomul 24 tíma framleiðsla.