Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-stjørnu

Jóhann Lützen

18 ára gamli Ayyoub Bouaddi vann miðvøllin móti Brasilsku superstjørnunum í gjárkvøldi. Í 2023 leikti á hann á Tórsvølli móti KÍ

 

Tey sum hugdu at Brasil og Marokko seint gjárkvøldi, høvdu møguliga væntað at Brasil fór at spæla Marokko sundur og saman. Soleiðis bleiv ikki. Ein orsøk var at Marokko vann miðvøllin og týðiligast var leikluturin hjá blaðunga Ayyoub Bouaddi, sum leikti ein branddyst.  Hann leikar til dagligt fyri Lille úr Fraklandi. 

Miðlarnir eru á tremur við góðum skoðsmálum til Ayyoub eftir dystin og tað er týðuligt at hann ikki verður ein Lille leikari longi aftrat. Stórfeløgini standa í kø, at fáa hansara undirskrift. 

 

Debut móti KÍ

Ayoubb sín fyrsta dyst sum yrkisleikari sum 16 ára gamal á Lille-liðnum í dystinum móti KÍ 5. oktobur 2023 á Tórsvølli. Hann spældi eisini dystin í Lille 14. desembur 2023.