Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði

Jóhann Lützen

Eitt sermerkt  skip sást í dag sigla í Leirvíksfirði við fronskum flaggi. Út frá útsjóndini tykist talan vera um Monge – eitt av mest serligu skipunum í franska flotanum

 

 

Monge er ikki eitt vanligt herskip, men eitt hátøkniligt mátingar- og eftirlitsskip. Skipið verður brúkt til at fylgja við rakettroyndum, missilskipanum og virksemi í rúmdini. Við sínum stóru parabol-antennum og framkomnu útgerð kann skipið taka ímóti og viðgera stórar mongdir av dátum frá rakettum og satellittum yvir langar fjarstøður.

Skipið er umleið 225 metrar langt og varð sett í tænastu í 1990’unum. Tað arbeiðir javnan saman við fronsku rúmdar- og verjuskipanunum og hevur áður verið brúkt í sambandi við royndarskjótingar og fylging av rúmdarætlanum.

Slík skip síggjast sjáldan í føroyskum firðum, og tí hevur ferðslan hjá skipinum vakt ans. Enn er tó ikki alment upplýst, hvat endamálið er við ferðini gjøgnum føroyskan sjógv.