Tað hevur loypi øði í fleiri at sýslumaðurin í Norðoyggum hevur gjørt av ikki at halda grindini til, sum svimur í leirvíksfirði.
Vit hava fingið fleiri fráboðanir frá fólki, ið ikki skilja grundgevingarnar hjá sýslumanninum.
Kaggarnir í Klaksvík eru skralltómir, tað eru fleiri ár síðan at býtt varð í heimapartar, sigur Anskar Hansen við Norðlýsið




