Harley
Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari 

politi.fo

Líkt gongdini, sum sæst í Danmark, hevur yvirskipaða talið av fráboðanum verið lækkandi gjøgnum nøkur ár, meðan talið av fráboðanum um brot á revsilógina harafturímóti hevur verið hækkandi. Hetta vísa nýggjasta hagtølini hjá Føroya Politi. 

Vaksandi álvarsemi í brotsverkunum 

Verður hugt nærri at tølunum og at brotsverkunum í sær sjálvum, so er økingin í talinum av brotum á revsilógina eyðkend av einum vaksandi álvarsemi í brotsverkunum. 

Hendan gongdin sæst millum annað, tá ið tað snýr seg um rúsevnir. Talið av fráboðanum er lækkað, men hald verður lagt á størri nøgdir av rúsevnum. Tað kann vera ein ábending um vaksandi misnýtslu av rúsevnum í Føroyum, tí ein marknaður er at selja hesi rúsevni til. 

Brotsverkini eru eisini vorðin álvarsamari, tá ið tað snýr seg um ólógligt seksuelt tilfar av børnum. Hesi brotsverkini snúgva seg ikki longur bert um deiling av ólógliga tilfarinum, men eisini um nógv álvarsamari brotsverk í sær sjálvum, sum til dømis neyðtøkur av heilt smáum børnum. 

Størstur títtleiki av brotsverkum í Tórshavn og í Klaksvík 

720 av teimum í alt 964 fráboðaðu brotunum á revsilógina koma úr Tórshavn og Klaksvík. Hetta er væntandi og natúrligt, tí tilsamans búgva meira enn helvtin av Føroya fólki í hesum býum. Í hesum býunum er eisini størstiparturin av føroyska náttarlívinum, har ein stórur partur av harðskapsmálunum henda. 

Eitt annað býarfyribrigdi er, at fólk, ið eru sosialt illa fyri, ofta leita saman í stórbýum, og hjá summum kann hetta elva til fráboðanir um ymisk revsiverd viðurskifti. 

Fyrivarni fyri mannagongd 

Hagtølini fyri Føroyar eru so lítil, at sjálvt smærri broytingar kunnu tykjast týðandi uttan at hava nakran hagfrøðiligan týdning. Hinvegin kunnu tey tó benda á eina varandi gongd í samfelagnum, um so er, at sama gongd sæst í øðrum pørtum av kongaríkinum og í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. 

Grundarlagið fyri hagtølunum hjá Føroya Politi er eisini ávirkað av, at innanhýsis málsviðgerðarskipanin, sum politiið áður hevur brúkt, bert í avmarkaðan mun stuðlar framleiðslu av hagtølum. Í juni 2025 fór Føroya Politi yvir til eina nýggja málsviðgerðarskipan, sum í størri mun stuðlar hagtalsframleiðslu.

Hagtølini hjá Føroya Politi fyri 2025 kunna lesast her.

Harleyfacadeacryl