Nýggi føroyski rappbólkurin Nettup hevur nú givið út sítt fyrsta staklag, sum ber heitið Óknýttur. Lagið Óknýtur, sum Tutl hevur givið út, er tøkt á øllum stroymingtænastum.
NETTUP eru Baldur Holm og Lazar Ilic.
Arbeiðsbýtið í bólkinum er greitt. Baldur Holm stendur fyri framleiðslu, beatum, programmering og mixing, meðan Lazar Ilic skrivar tekstirnar og rappar á løgunum.
Á Óknýttur hevur bólkurin eisini fingið hjálp frá Ronju Rasmussen, sum syngur fangandi niðurlagið og setur sín serliga dám á lagið.
Við Óknýttur tekur Nettup fyrsta stigið út til almenningin við einum ljóði, sum sameinir nútímans føroyskan rap, persónligar tekstir og framleiðslu við altjóða íblástri.




