Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Framskák letur upp deild í Klaksvík

Jóhann Lützen

Framskák letur mánadagin upp nýggja deild á Nólsoyar Pálsgøtu 2 í Klaksvík.

Í sambandi við upplatingina varð vinnan í Klaksvík boðin til eitt móttøku- og upplatingartiltak seinnapartin í dag. Gestirnir vóru umboð fyri vinnulívið í Norðoyggjum, sum fingu høvi at síggja nýggju hølini og hitta starvsfólkini.

Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák, og Jógvan Skorheim, økisleiðari í Norðoyggjum, tóku ímóti teimum innbodnu og greiddu frá virkseminum og ætlanunum við nýggju deildini.

Framskák arbeiðir við at gera arbeiðsdagin smidligari hjá føroyskum fyritøkum og stovnum. Fyritøkan veitir millum annað KT-rakstur, KT-útgerð, fundartøkni, talgilda skelting og aðrar talgildar loysnir, sum skulu effektivisera arbeiðsdagin og tryggja ein støðugan og tryggan rakstur hjá kundunum.

Nýggju handilshølini liggja á Nólsoyar Pálsgøtu 2, mitt í Klaksvík, á einum sjónligum og væl atkomiligum staði.

Við nýggju deildini styrkir Framskák sína tænastu í Norðoyggjum, har fyritøkan nú kemur enn tættari upp á lokala vinnulívið og kundarnar í økinum. Latið verður alment upp mánadagin.

Harleywoodpaint