Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Drúgt er tað, ið drýpur

Dávur Winther

Í nøkur ár hevur Klaksvíkar kommuna arbeitt við at umvæla kloakkleiðingarnar og eisini onkur reinsiverk í býnum.

Kloakkleiðingarnar uppi í Gerðum, sum fóru umvegis eitt gamalt reinsiverk niðri í Gili út á Borðoyarvík eru síðani 2024 vorðnar umvældar – eisini við teimum størri reinsiverkum.

Nú verður so síðsta hond løgd á verkið við at festa og verja rørið betri, sum rennur frá reinsiverkinum og eini 160 m út á sjógv.

Tað er SJH-Kaving, sum ger hetta arbeiðið fyri kommununa. Talan er um stórar betonmottur, sum eru “seymaðar saman” við tjúkkum nylon-endum, ið verða lagdar niður yvir kloakkrørið úti í sjónum.

Tá ið motturnar hvør í sínum lagi eru komnar at liggja, verða tær so aftur seymaðar saman sum ein stór betonflata, ið skal verja móti uppgangi og gróti, sum annars hevðu skolað yvir rørleiðingina. Hetta sum ein verja, so rørini við tíðini ikki fara ella kunna fáa skaða av m.a. gróti.

Stóri kranin, sum leggur út í dag, røkkur eini 60 m út. Síðani leggur hann motturnar út á ein bát, sum kann leggja motturnar longur út – allar teir 160 m.

Spennandi, kostnaðarmikið, drúgvt og umráðandi arbeiði kemur í næstum á mál.

03/09/2024

Nýtt reinsiverk Niðri í Gili – Norðlýsið

01/10/2024

Kloakk leiðingin løgd út á sjógv – Norðlýsið

30/03/2025

Reinsiverkið Niðri í Gili liðugt – Norðlýsið