Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luttøkan í barnakoppseting er støðug hjá smábørnum, men fleiri koppsetingar verða givnar ov seint

Jóhann Lützen

Nýggj frágreiðing hjá Heilsustýrinum vísir, at undirtøkan fyri koppsetingunum fyrsta árið hjá barninum er lutfalsliga góð og støðug. Frá 15 mánaða koppsetingini minkar undirtøkan tó støðugt fyri hvørja koppseting, barnið eigur at fáa sambært tilmælunum.

Frágreiðingin er hin fyrsta av sínum slagi hjá Heilsustýrinum, sum hevur yvirtikið uppgávuna frá Landslæknanum. Frágreiðingin byggir á skrásetingar av barnakoppsetingum í tíðarskeiðnum 2012–2025 og fevnir um børn og ung, sum vóru skrásett at búgva í Føroyum 31. desember 2025.

Koppseting er eitt av munabestu tiltøkunum at fyribyrgja, at álvarsamar smittusjúkur breiða seg. Tá koppsetingarluttøkan er nóg stór, verjir hon bæði einstaka barnið og tey, sum ikki kunnu verða koppsett.

Støðug luttøka fyrsta árið

Koppsetingarnar, sum barnið fær, tá tað er er 3, 5 og 12 mðr. gamalt, hava sum heild havt støðuga luttøku hetta tíðarskeiðið. Prosentparturin av børnum, sum eru koppsett, liggur javnt á umleið 95 %, sum samsvarar við málið hjá WHO. Tá eru tey íroknað, sum búðu uttanlands, tá tey sambært tilmælunum áttu at fingið koppsetingarnar. Tølini skulu tí eisini takast við ávísum fyrivarni, tí nógv børn flyta millum Føroyar og útlond, og Heilsustýrið hevur, sum er, ongar upplýsingar um koppsetingar, sum eru givnar uttanlands. Tað eru tó sannlíkt, at ein stórur partur av hesum børnum eru koppsett eitt nú í Danmark.

Fáa koppsetingarnar ov seint

Frágreiðingin vísir, at avbjóðingin serliga er, at fáa børnini koppsett rættstundis, tá tey gerast eldri enn 12 mánaðir. Eisini er prosentparturin av teimum, ið ikki fáa tær seinnu koppsetingarnar, vaksin seinastu árini.

– Tølini vísa, at nógv børn verða koppsett, men ikki altíð til tíðina. Tað er týdningarmikið, at koppsetingarnar verða givnar rættstundis, tí tær verja bæði barnið og tey, sum ikki kunnu verða koppsett, antin tí tey ikki enn hava aldur til tað, ella tí tey eru sjúk, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

HPV-luttøkan ov lág

Sum Heilsustýrið hevur gjørt vart við fleiri ferðir, so sæst størsta avbjóðingin í HPV-koppsetingini. Parturin av gentum, sum eru liðugt koppsettar, er minkaður úr umleið 70 % hjá árgangi 2007 til 45 % hjá árgangi 2012. Hetta er langt undir málið hjá WHO um, at 90 prosent av gentum skulu vera liðugt koppsettar móti HPV, áðrenn tær fylla 15 ár. Hjá dreingjum var luttøkan støst hjá árgangi 2008, har 47 % vóru liðugt koppsettir, men hjá árgangi 2012 var parturin 34 %. 

– HPV-koppsetingin verjir móti fleiri sløgum av krabbameini. Tí er umráðandi, at bæði gentur og dreingir fáa tilboðið, áðrenn tey kunnu verða smittað fyrstu ferð, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum.

Frágreiðingin um barnakoppsetingar fer at verða givin út regluliga. Hon gevur Heilsustýrinum grundarlag fyri at fylgja gongdini í barnakoppsetingunum og at seta inn við møguligum átøkum, um tørvur er á tí.

Frágreiðingin er tøk her.

Harleywoodpaint