Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NETTUP við fyrsta staklagnum

Jóhann Lützen

Nýggi føroyski rappbólkurin Nettup hevur nú givið út sítt fyrsta staklag, sum ber heitið Óknýttur. Lagið Óknýtur, sum Tutl hevur givið út, er tøkt á øllum stroymingtænastum.

NETTUP eru Baldur Holm og Lazar Ilic. 

Arbeiðsbýtið í bólkinum er greitt. Baldur Holm stendur fyri framleiðslu, beatum, programmering og mixing, meðan Lazar Ilic skrivar tekstirnar og rappar á løgunum.

Á Óknýttur hevur bólkurin eisini fingið hjálp frá Ronju Rasmussen, sum syngur fangandi niðurlagið og setur sín serliga dám á lagið.

Við Óknýttur tekur Nettup fyrsta stigið út til almenningin við einum ljóði, sum sameinir nútímans føroyskan rap, persónligar tekstir og framleiðslu við altjóða íblástri.