Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur brandbilur í Hvannasundi

Jóhann Lützen

Í dag hevur tilbúgvarleiðarin fyri Sløkkiliðið í Norðoyggjum, Finn Hansen, verið á gátt í Hvannasunds kommunu við tí endamálið at endaliga avhenda nýggja brandbilin, sum kemur at hava heimstað í Hvannasunds kommunu.

Sostatt er gamli brandbilurin farin av økinum aftur.

Nýggi bilurin er serliga væl egnaður til alla tilbúgving í samband við stormskaðar og tílíkt. Tilbúgvingarnevndin í Norðoyggjum samtykti at raðfesta nýggjan brandbil til økið í tronganum á fíggjarætlanini til inniverandi ár, og í dag varð hendan raðfestingin avgreitt.

Gamli bilurin hevur tænt fyri seg, og vónandi kemur nýggi bilurin at tæna okkum eins væl og tann gamli.

Á myndini síggjast nýggi og gamli brandbilurin lið um lið.