Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Postbáturin Polaris í “andaleypi”

Jákup Andreasen

Eftir at Polaris var lagdur, sakk hann við brúgvarnar á Stongunum í 1975, men tá varð hann flotaður aftur beinanvegin. Á myndini er hann taravaksin, og tískil hevur hann ligið sokkin í longri tíð. Alt, sum kundi brúkast, er tikið úr bátinum.

Eg minnist, at Polaris onkuntíð avloysti Barsskor í fyrru helvt av 1960 unum, tá pápi sigldi við har sum postmaður. Polaris var í ringum standi, men Hugo Gardar fekk tað at bera til. Eg minnist, at rattið í stýrhúsinum einaferð var brotið, og at Hugo stýrdi við eini rørtong. Polaris hevði ketutrekk, so tað skuldu góðar kreftir til, men Hugo var avbera sterkur.

Tá teir bygdu skúlan á Trøllanesi undir krígnum, varð sandurin førdur norð á Nes við Polaris. Sandurin varð koyrdur í sekkir og hivaður upp á bakkan við krananum, sum vitaverkið hevði sett at hiva gassfløskur upp við. Kranin var ein bummur við einum lítlum spæli, sum varð vundið við hond. Sandurin varð síðan borin av bakkanum og niðan í bygdina.

Á heysti í 1959 var Polaris eisini brúktur til sjúkraflutning. Hetta var ein dagin, tá kunoyingar vóru farnir í hagan at væla um eina rætt. Tá hendi tað, at ein stórur steinur, teir fingust við, sprakk í trý stykkir. Tá bar so illa á, at tað eina stykki rakti ein mann í høvdið, sum varð rættiliga illa skaddur. Maðurin varð í skundi fingin til húsa, og tá teir komu til Kunoyar, bar so væl á, at Polaris júst tá var staddur har. Við honum fingu teir síðan flutt mannin á sjúkrahúsið í Klaksvík.

vegghamar