Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fríðar teymar – vit eru ikki bundin av Public Service sáttmálanum!

Jóhann Lützen

Okkara ynski er at kunna gera summarið hjá lurtarunum eitt sindur lættari og stuttligari, og kanska eisini fáa arbeiðsdagin at ganga eitt sindur skjótari, um onkur fær lurta tá, siga Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thomassen vertir á nýggju summarsendingini Frískt Lot hjá Norðlýsinum

Kunnu tit í stuttum greiða frá, hvat sendingin Frískt lot fer at snúgva seg um?

Vit hava gjørt summarsendingar fyri Kringvarp Føroya í nøkur ár nú, og Frísk lot kemur at minna eitt sindur um onkrar av teimum sendingunum. Vit fara at taka eitt nýtt evni upp í hvørjum parti, so sum: Kostur og heilsa, Exit Føroyar og rúsevnir. Vit fara at fáa góðar gestir við í studio at viðgera hesi, og fleiri onnur evni, saman við okkum. Umframt hetta, so fara vit at hava ein fastan tátt, har vit hvørja viku hava fingið ein føroyskan tónleikara ella bólk at geva okkum sítt boð uppá eitt summarhitt, sum vit síðani fara at hoyra fyri fyrstu ferð í sendingini. Vit fara sjálvandi eisini at dekka bæði G! og Summarfestivalin, har vit fara at práta við festival gestir og tónleikarar, sum skulu spæla á festivalunum. 

Eins og tú nevnir, so hava tit nógvar royndir við at gera summarsendingar og aðrar sendingar fyri Kringvarp Føroya, men nú koma tit so norður at gera summarsendingar í einum nýggum hami her í Klaksvík, hvat hugsa tit um tað?

Vit eru sera takksom fyri at hava fingið møguleikan at koma til Klaksvíkar at gera sendingar, og eru spent at koma í gongd. Hóast sendingarnar uppá nakrar mátar fara at minna um tær vit hava gjørt fyrr, so eru eisini nakrir serligir møguleikar við at arbeiða úr Klaksvík. Vit fara millum annað at senda live frá nýggja hotellinum KG eina viku, og fara eisini at hava eitt sindur fríari teymar at taka júst tað upp, sum vit hava hug til, nú vit ikki eru bundin av public service sáttmálanum, sum Kringvarpið jú er. 

Hvussu nógvar sendingar fara tit at gera og nær verða tær at hoyra? 

Vit fara sum útgangstøði at gera 3 sendingar um vikuna. Hesar vera týsdag, mikudag og hósdag frá klokkan 15.00-16.00 og vit byrja týsdagin 14. juli. Seinasta sendingin verður hósdagin 13 august. Vit fara tó eisini at hava eina eyka sending tá G! er og á Summarfestivalinum, ávikavíst 18. juli og 8 august frá klokkan 15.00-16.00. 

Hví halda tit, at fólk burdu lurtað eftir Frískt lot?

Sendingarnar fara at verða hugnaligar og undirhaldandi, men fara samstundis vónandi at kunna læra lurtaran okkurt nýtt um tað evnið, sum verður umrøtt. Okkara ynski er at kunna gera summarið hjá lurtarunum eitt sindur lættari og stuttligari, og kanska eisini fáa arbeiðsdagin at ganga eitt sindur skjótari, um onkur fær lurta tá. 

Hvar kann mann hoyra sendingarnar?

Sendingarnar kunnu hoyrast live á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Um tú ert staddur norðanfyri, ber eisini til at hoyra sendingarnar á FM 98,7. Harumframt verða partarnir at finna á heimasíðuni hjá Norðlýsinum undir “Poddar” og “Frískt lot”. Vit fara eisini at royna at leggja teir út á Spotify. Um mann fylgir Instagram vanganum hjá okkum Frískt lot, so fer har at vera leinki til har mann kann lurta eftir sendingunum. Á Instagram vanganum fer somuleiðis at vera møguligt at fylgja nærri við í øllum, ið vit gera, at skriva til okkara og at luttaka í okkara kappingum.