Ì Norðoyggjum hevði Norðoya Mjólkafelag tikið ímóti allari mjólkini frá bøndum síðan 1931, men í seinnu helvt av hálvfjersunum var felagið komið til eitt vegamót. Virkið var ongantíð rikið sum sjálvstøðugt felag men saman við handlinum hjá O. F. Joensen í Klaksvík, har Álvur Klakk tók sær av rakstrinum.
Ein trupulleiki hjá felagnum var, at nøgdin av mjólk var nógv størri á sumri enn á vetri, og tí bar ikki til at sleppa av við alla mjólkina í Klaksvík. Tí varð roynt at senda avlopsmjólkina til Havnar, men tá lýðka var í luftini, súrnaði mjólkin skjótt, og tá flutningurin ofta tók nógvar tímar og onkuntíð dagar, fingu bøndurnir dunkarnar sendar aftur uttan prís fyri mjólkina. Tó fingu teir nøkur oyru fyri liturin í studningi.
Á sumri í 1977 var støðan hjá Norðoya Mjólkafelag blivin so vánalig, at Álvur Klakk segði rakturin av felagnum frá sær, tí raksturin bar seg ikki. Tá var skuldin hjá felagnum 30 000 krónur, sum bøndurnir áttu tilgóðar hjá felagnum.
Í 1977 mannaðu hesir stýrið í Norðoya Mjólkafelag: Jógvan Joensen á Trøllanesi, formaður. Líggjas Eliasen, Mikladalur, Magnus Michaelsen, Viðareiði, Jústinus Justinussen, Svínoy og Sigurd Klakk í Klaksvík.
Sigurd, sum varð føddur í 1904, doyði í 1984, 79 ára gamal. Hann var giftur Onnu Malenu f. Matras av Viðareiði. Tey áttu fýra børn, har Álvur Klakk var tann elsti.




