Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Líðhamar rokast sum vant

Jóhann Lützen

Tá vit í góðveðrinum vóru á støð snimma landaðu Líðhamar, Sólmay og Sigrun til NFCS

Líðhamar hevur góð 21.000 pund, harav eini 16.000 pund eru hýsa og síðani 2.500 pund av toski og síðani smátt av øðrum. Teir hava roynt norðanfyri við línu. Líðhamar fer á bankan at royna næsta túr.

Tveir smærri útróðrarbátar skulu eisini landa í dag.

Sólmay hevði góð 1.400 pund á snellu. Berint Kalsø var einsmallur norðanfyri.

Leif Petersen hevði verið sunnanfyri við útróðrarbátinum Sigrun og roynt við snellu. Hann hevði góð 900 pund.

fasada