Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj verk í Varpinum

Jóhann Lützen

Sunnudagin 12.juli kl. 16 verður Summartóna-konsert í Varpinum við pólska bólkinum Spółdzielnia Muzyczna Contemporary Ensemble. 

Í samband við tað eru nýggj tónleikaverk bíløgd frá føroyskum kvinnuligum tónaskøldum. Fimm kvinnur at spíska pennin til høvið, og eisini er eitt verk eftir kvinnu úr teirra egna heimlandi, so lagt er upp til fjølbroytta framførslu.

Tónaskøldini eru:

  • Żaneta Rydzewska – eco stories
  • Kristina Thede Johansen / Johan H. Nebelong – Nú hvítna tindar fjøllum á
  • Helena Lamhauge- Mura
  • Unn Paturson – Riggar tað nú? 
  • Anna Katrin Øssursdóttir – Portals

Harafturat hevur okkara egna Simona Eivinnsdóttir eisini eitt nýtt verk á skránni. “Tú elskar meg” er verk bygt á Sálma 27:1-6. Hon skrivar soleiðis sjálv um verkið:

Lívið kennist

ikki altíð trygt

hvat skulu vit gera

við avbjóðandi óttan

Vit royna okkara besta

hóast illveður

innan og uttan

Fyrsta tónleikaverkið hjá Simonu Eivinnsdóttir, strúkikvartettin “Tøgn”, var frumframførd í 2022 av Aldubáruni, síðani hevur hon skrivað tónleik til Klaksvíkar Hornorkestur, Jón Festirstein, Moniku Stauss Joensen og seinasta verkið var eisini til Aldubáruna, og varð frumframført í tá nýupplatna Varpinum á World New Music Days í 2024. 

Nýggja verkið hjá Simonu Eivinnsdóttir og konsertin eru stuðlað av Mentanargrunni Landsins, KODA Føroyar og Klaksvíkar Kommunu.

Atgongumerki á 100 kr fáast á heimasíðuni hjá Varpinum: https://varpid.fo/tiltak/summartonar-spoldzielnia-muzyczna-contemporary-ensemble-pl/