Harleyvegghamar
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hesi eygu hava sæð Óndskapin

Sjúrður Skaale

Jihadisman breiðir seg í Afrika. Tá ein stendur andlit til andlits við offrini, kennist hon djevulsk. Og hennara mál er ikki bara kristin í Miðeystri og Afrika. Hennara mál er Europa. 

Sjúrður Skaale 

„Skulu vit byrja?“

Verturin hjá mær hyggur móti kvinnuni í gula kjólanum, sum hevur eitt hálvt ára gamalt barn sveipað í einum turriklæði á rygginum.

Tað verður kvirt í rúminum, og kvinnan verður ótrygg nú øll eygu venda móti henni.

Við veikari rødd byrjar hon at siga frá tí ræðuliga degnum í desember 2025 – eina viku eftir, at barnið hon ber á rygginum varð føtt. 

Hon fortelur um hvussu menn undir rópinum Allahu Akbar lupu á heimbygdina úr øllum ættum. Um hvussu maðurin varð dripin, og hon varð tikin til fanga saman við pinkubarninum og eldru dóttrini.

Andlitsbráið er tómt, men tað sæst týðiliga, at tað pínir hana at taka minnini fram. 

15 fólk úr bygdini blivu tikin til fanga hendan dagin. Treytirnar vóru greiðar: Tey skuldu viðurkenna, at Allah er Gud. Annars vórðu tey skotin.

Men tey eru kristin. Tey vildu ikki.

Kvinnan verður kvirr eina løtu, áðrenn hon heldur fram:

Ein dag drupu teir eina kvinnu. Hon varð skorin sundur, og hini fingu hvør sín kjøtbita.

„Tann, sum etur, verður leyslatin,“ søgdu jihadistarnir.

Ein maður át – og slapp avstað.

Hetta endurtók seg ikki, men harðskapurin versnaði. Teir brutu lærið á eldru dóttrini.

Tann 27.apríl í ár vórðu tey latin leys. Jihadistarnir høvdu samráðst við avvarðandi, sum høvdu savnað eitt stórt loysigjald. 

Vit eru bara bóndir

Henda frásøgnin er ein av nógvum, sum eg hoyri á míni ferð í norðara parti av Nigeria triðju vikuna í juni.

Ein lokalur felagsskapur hevði boðið fimm evropeiskum politikarum úr fimm europeiskum londum, sum hava sýnt áhuga fyri forfylgdum kristnum, til Nigeria at síggja hvat hendir í landinum. Fýra meldaðu avboð av trygdarávum. Men eg fekk lyfti um, at um eg kom sum tann einasti, skuldi eg hava fýra vápnaðar menn rundan um meg alla tíðina.

Sum eg liggi og skrivi hesar linjur á míni telefon ta síðstu náttina í landinum, eri eg glaður fyri, at eg fór. Tí tær fleiri enn 40 persónligu frásagnirnar, sum eg havi hoyrt farnu sjey dagarnar, eru vitnisburðir um eitt virðisstríð, sum ikki bara er lokalt. 

Fyriskiparin – ein pensjóneraður prestur – hevur gjørt óteljandi avtalur, og á einum stórum fundi við 30 átrúnaðarligar og politiskar leiðarar í høuðsstaðnum Abuja fyrsta dagin, kemur yvirskipaða frágreiðingin fram: Jihadistar úr fleiri bólkum hava framt skipað álop á kristnar bygdir í Nigeria farnu 15 árini. 

Bygdirnar verða álopnar um náttina av hundraðtals vápnaðum monnum. Summi verða dripin, onnur tikin til gísla, og hini verða rikin burtur. Kirkjurnar verða altíð brendar niður, og ofta eisini hús og akrar. Men onkuntíð verða jarðarbrúkini yvirtikin av teimum, ið leypa á. 

Endamálið er, at alt Norður-Nigeria skal verða eitt islamistiskt kalifat. 

Í Nigeria eru 371 etniskir bólkar, fleiri enn 500 mál og 36 sjálvstýrandi statir. Men tveir javntstórir bólkar ganga uppá tvørs: muslimar og kristin. 

Ógvusligu álopini á kristin byrjaðu stutt eftir at 12 statir í norðara partinum av landinum um aldarskiftið settu muslimsku sharia-lógina í gildi. 

Dagin eftir stóra fundin koyra vit norðureftir til býin Makurdi. Túrurin gevur eitt lítið innlit í lógloysið. Við stuttum millumbilum liggja viðarbular á vegnum, og ofta verður peningur kravdur, tá bilarnir eru steðgaðir. Fólk verða eisini burturflutt úr bilum. Men okkara vápnaðu menn gera, at vit sleppa framvið hvørja ferð. 

Uttanfyri býin vitja vit tvær tjaldlegur, har nøkur av teimum 3,5 mió innlendis flóttunum búgva. Í aðrari leguni búgva 7.700 fólk í smáum tjøldum. Búfólk fortelja – í bólkum og ein og ein – við stórum opinleika sínar søgur fyri europeiska politikaranum:

Vit vórðu kringsett. Teir róptu Allahu Akbar. Teir skutu mannin, teir skutu sonin. Vit høvdu eingi vápn. Vit eru jú bara bóndir. Teir brendu kirkjuna. Teir brendu húsini. Vit búgva seks í hesum tjaldinum. Vit vilja sleppa aftur til okkara jørð.

Sama søga, aftur og aftur. Somu tómu eygu. Sama óhugnaliga tøgn, tá tey bresta í grát og ikki megna at siga meira.

Um kvøldið koma trý fólk á hotellið. Ein einkja. Ein maður, sum var í býnum tá álopið hendi, og kom heim aftur til eina skotna konu og eina útruddaða bygd. Ein ungur maður við bara einum armi. Hann varð tikin saman við 14 øðrum lesandi, tí sambært jihadistunum sigur islam, at verðslig undirvísing er gudleys. Armurin á manninum varð høgdur av við eini machetu, og tey hildu hann vera deyðan. Eftir eina viku varð hann funnin á lívi sum tann einasti. 

Gev mær ein bukk, Gud

Vit koyra víðari til býin Jos og hitta fleiri ”survivors”, sum tey verða kallað fyri seta teirra lagnu í eitt positivt ljós. 

Verturin hevur gjørt alt ov nógvar avtalur. Eg verði fullkomiliga útlúgvaður av at hoyra og síggja øll fólkini. Men tey eru komin langa leið fyri at tosa við „politikaran úr Danmark“. Óendaliga takksom fyri, at eg eri har. At onkur lurtar. So eg má halda konsentratiónina. Eg sigi, at tað er lítið, eg kann gera, men at eg havi samkenslu við teimum. Og tað er nokk. 

Ein maður hevur eina sleingibyrsu við sær og fortelur, at tá hann sum gísli noktaði at venda um til islam, fekk hann 40 skot við steinum, sum boraðu seg inn í kjøtið. Um hann tók sær til eitt stað av pínu, byrjaðu tey av nýggjum. Ein annar kom heim til eitt niðurbrent hús og fann familjuna sum forkolað lík.

Ein maður kemur í einum stílfullum, vesturlendskum klædningi. Hann er, sum nógv onnur, ótrúliga góður frásøgumaður. Tað er sum at síggja ein film at lurta eftir honum. Men tann snøgga fasadan heldur ikki. Tá hann sigur frá drápunum á familju og grannar, kemur hann ígjøgnum tað. Men so kemur hann til løtuna, tá teir ræna 12 ára gamla sonin.

„Ísak var eisini 12 ár, tá hann skuldi ofrast. Men Gud gav pápa hansara ein bukk at ofra í staðin. Eg bað til Gud: Gev mær ein bukk!“ Hann hoknar framyvir og grætur. Long tøgn. Og so sigur hann: „Loysigjaldið var 500.000 nigerianskar naira (umleið 2.400 krónur). Og bygdin savnaði pengarnar til mín. Tað var mín bukkur. Eg fekk sonin aftur. By the grace of God.“

Soleiðis enda fleiri sínar frásagnir: Av Guds náði.

Eg havi ilt við at síggja náðina í hesum helviti. Men eina átrúnaðarliga kenslu fái eg: At hesin sadistiski harðskapurin er demoniskur. Eg sleppi ikki undan teirri hugmyndini, at jihadistarnir eru amboð hjá Óndskapinum. 

Og um tað Ónda er ein máttur, so finst tað Góða kanska eisini?

Tað hugsi eg – ella kenni eg – tá ein miðaldrandi kvinna eigur tørn, og hon vísir okkum síni stóru, djúpu arr. Á høvdinum. Á beininum. Á arminum, sum hon ikki megnar at lyfta. Sár, sum stava frá høggum við einari machetu. 

Men høggini vórðu eisini hennara bjarging. Tí einaferð fekk jihadisturin ein kraftigan blóðspræn í eyguni. Tað fekk hann at steðga – ”by the grace of God.“

Tað rópar innan í mær: Hann høgdi í teg við einari machetu, for ólukkan! Hann invalideraði teg! 

”Hvat við hatri?“ Kann eg ikki halda meg frá at spyrja. Men hon hevur fyrigivið teimum. Tað er hennara religiøsa skylda. Og um hon brúkar lívið upp á at hata illgerðarmannin, so heldur hann jú fram við at høgga í hana – í sinninum. Fyrigevingin ger hana frælsa.

Tað sigur tann illa særda kvinnan.

Hetta er jú ørskapur, hugsi eg. Religiøsu lærusetningarnir gera hesi fólkini til passiv offur.
Men kanska er tað Góðskuna, eg síggi her, hugsi eg so.

Ta tolnu, naivu, tápuligu – og tískil veiku – Góðskuna. Kanska er tað bara gjøgnum Óndskapin, at ein veruliga kann síggja hana. 

Gud loyvir AK-47

Men nógv halda ikki, at Góðskan skal vera veik. Tey tosa um vápn. Ikki til hevnd, men til verju.
Vit eru alt ov løtt mál, siga tey. Vápn skulu gera okkum sterk!

Øll eru sera gudrøkin. Tey finna leiðreglur fyri alt í bíbilskum frásagnum og skriftstøðum. Í samrøðunum verður ofta víst til Rómverjabrævið 12,18: ”Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!”

So langt sum til tykkara stendur! Og tað stendur ikki til teirra. Tey mugu berjast. AK-47-byrsur eru ikki í stríð við Guds boð! Og tey mugu hava vápn, tí staturin hjálpir teimum heldur ikki. Tey tora ikki eingang at seta seg í samband við løgregluna, tá fólk verða rænd. Politikarar eru ofta sameindir við jihadistunum, siga tey.

Men ein politikari verður umrøddur positivt: Donald Trump. 

Tá hann bumbaði eitt av økjunum hjá jihadistunum seinastu jól, noyddi hann stjórnina í Abuja at tosa um tað, sum hendir. 

Aðrir stjórnarleiðarar hvørki siga ella gera nakað.

Men ST er komið upp í málið. Frá 8. til 14. juni var teirra “rapporteur on freedom of religion or belief” í landinum, og 20. juni kom ein fyribils frágreiðing. Har stendur millum annað hetta um harðskapin:

„… tey lokalsamfeløg, sum talan um, eru fyrst og fremst kristin. (…). Men ‘vit bløða øll reytt’, og hóttanin móti lívi og vælferð hjá øllum menniskjum – sama um tey eru muslimar, kristin, hinduar, baha’iar, fylgjarar av siðbundnum afrikonskum átrúnaðum, ateistar, buddhistar, gideonistar, eckankar-ar, humanistar, jødar ella onnur – er líka álvarsom.“

Hvussu nógvir buddhistar munnu vera riknir frá jørð síni í Nigeria hesi seinastu 15 árini? Hendan politiska korrektheitin er bæði láturlig og ein háðan móti teimum, sum verða forfylgd fyri sína trúgv. 

Felagsskapurin Open Doors hevur skjalprógvað hesi tølini fyri tey seinastu sjey árini: 28.352 kristin er dripin, og umleið 3.000 kirkjur eru brendar.

Men alt verður ikki skjalprógvað. Aðrar keldur nevna tøl, sum eru nógv hægri. Og harðskapsbylgjan byrjaði langt áðrenn 2019.

Talið á teimum, sum eru rikin av síni jørð, er 3,5 milliónir. Nøkur teirra eru moderatir muslimar – eins og í Miðeystri rakar jihadisman sanniliga eisini teir – men nógv tey flestu eru kristin.

Onkur stýrir tí

Fyrst í juni var eg í Irak. 

Í býnum Erbil ber til at síggja toftirnar av tí einaferð stóra jødiska býarpartinum. Irak var í øldir ein tann størsti jødiski miðdepil í heiminum. Nú er eingin jødi eftir í landinum. 

Í Irak búðu fyri bara 25 árum síðani 1,5 milliónir kristin. Nú eru umleið 250.000 eftir. 

Í irakiska stórbýnum Mosul, sum var fullkomiliga hersettur av ISIS í meira enn trý ár, síggjast tey sundurbumbaðu húsini, har jihadistarnir fjaldu seg, tá teir endiliga vórðu álopnir og knústir í 2017. 

Men ISIS virkar framvegis í Irak. Og teirra religiøsa ideologi stendur ikki bara sterk í Nigeria. Hon er avgerandi í krígnum í Sudan, haðani milliónir flóttar floyma inn í grannalondini. Og jihadisman stendur eisini, undir ymiskum nøvnum, sterk í Mali, Niger, Burkina Faso, Chad og Kamerun. Hetta kann destabilisera allan tann eksplosiva afrikanska heimspartin. 

„Hvør stýrir hesum?“ spurdi eg politiskar leiðarar í Nigeria.

„Onkur ger,“ var svarið hvørja ferð. „Tí teir hava pengar, vápn og greiða strategi. Tað krevur greiðar kommandolinjur um tú aftur og aftur skal senda fleiri hundrað vápnaðar menn á motorsúkklum til eitt ávíst stað við eini ávísari uppgávu.“

Men hvør? Nøkur lokal nøvn vórðu nevnd. Men eisini – uttan greið prógv – Saudi Arabia, Qatar, Turkaland og Iran.

Altso nøkur av somu londunum, sum fíggja yvirgang í Miðeystri. Og sum fíggjað moskur og muslimsk sentur í Europa, har fólk blivu so radikaliserað, at fleiri 1000 europeiskir jihadistar fóru til Sýria at berjast fyri ISIS… 

Lond í Europa, sum í stóran mun byggja á kristin virði, eiga at gera myndugleikunum í Nigeria greitt, at vit, eins og USA, vita hvat hendir við teimum fólkum, sum hava somu grundvirði. 

Og vit mugu vera púra tilvitað um, at tann mest aggressiva jihadisman framvegis stendur sterk. Allur heimurin er hennara vígvøllur. Kristnir bóndir í Nigeria eru hennara fíggindar, tí teir gjøgnum kristindómin hava tikið til sín ein part av europeiska mentanararvinum. Men hennara heilt stóri, ideologiski fíggindi, er sjálvt Europa.