Ætlanin er at skipa fyri einum stevnudegi í Svínoy komandi summar. Tað eru nú nøkur ár síðani útoyggjastevnurnar vóru, og Í Svínoy var seinasta útoyggjastevnan í 2018. Tað eru tí ætlanir um at skipa fyri einum stevnudegi í Svínoy, har fólk aftur kunnu koma ymsastaðni frá fyri at hugna sær og savnast í oynni, skrivar Óli Reinert á Geilini
Hann sigur
Eitt undirheiti til stevnuna er “Mentan og virksemi í Svínoy”. Hetta skal skiljast soleiðis, at umframt ta hugnaligu samveruna verður eisini skipað fyri mentanarligum tiltøkum sum tónleiki, dansi , framsýningum og øðrum. Harumframt skal fokus setast á tað virksemi, sum nú einaferð er í Svínoy. Sum dømi kann nevnast, at smoltstøðin nú er farin at virka sum lívfiskastøð, Bóndagarðurin á Stórheygum arbeiðir við ferðavinnu og matstovu, svimjihylurin skal hava umklæðingarrúm, og eitt bátasavn við bygdarhúsi er í gerð. Her eru nevnd nøkur dømi, men annað virksemi kann væl koma við. Ætlanin er, at fólk, sum vitja í Svínoy verða kunnað um hetta og eisini politikarar og onnur, ið hava ávirkan í samfelagnum. Dagurin fyri stevnuna er ikki heilt fastlagdur enn, men eg havi hugsað um 12. juni 2027, so tað verður kanska tá.
