Umrøður av lívfrøðiligum evnum, eitt nú flogkyktum, skriðdjórum, fuglum, fiskum ella plantum, hava verið vælumtóktar frá fyrsta degi, ið Frøði sá dagsins ljós í juni 1993. Tríggjar lívfrøðigreinar eru í hesum blaðnum og skapa eina góða javnvág saman við greinum um fiskivinnubúskap, gransking, vatnstøðuhækkingar, állakongar og nýskapandi tónlistaverk við íblástri úr Tjernobyl.
Jens-Kjeld Jensen og Jógvan Fróði Hansen skriva um blóðsúgvandi lúsaflugu, sum fyri stuttum er funnin í Føroyum á fyrsta sinni. Hetta er triðja slagið av lúsaflugu, ið er eyðmerkt í Føroyum. Sum millumvertir kunnu allar lúsaflugurnar spjaða smittu eins og ávísar mottur og moskito.
Ávirkaður av gomlum klaverum í Pripiat í Tjernobyl hevur Sunleif Rasmussen skrivað eina klaverkonsert. Klaverini hava staðið órørd síðani kjarnorkuvanlukkuna í 1986. Í 2019 var Sunleif saman við øðrum í Pripiat, tá varð støði lagt undir klaverkonsertina. Í greinini greiðir Sunleif frá allari tilgongdini, nú verkið – Deyðsmessa fyri Tjernobyl – er um at vera liðugt.
Eyðfinn Magnussen skrivar fyrstu greinini í røðini um danskarar, sum gjørdu Føroyar størri. Fyrsta greinin er um Johannes Schmidt, fiskifrøðing, ið fann eina nærum ókenda állalarvu stutt vestan fyri Føroyar í 1904. Tað førdi til drúgva gransking, og 20 ár seinni kundi Johannes Schmidt staðfesta, at állurin gýtir í Sargassohavi. Sami fiskifrøðingur greinaði toskastovnarnar í Norðuratlantshavi við støði í talinum á ryggjargeislum.
Marita Gulklett og Jens-Kjeld Jensen skriva um ein lilla slímsvøpp, sum varð funnin í Viðarlundini í Havn. Slímsvøppir eru protistar, t.e. verur, ið hvørki eru plantur, djór ella soppar. Slímsvøppur er torførur at slaggreina, men eftir rúma tíð og við hjálp úr Finnlandi og Danmark varð staðfest, at hetta var ein Badhamia lilacina, og er hetta fyrsta staðfestingin í Føroyum.
Í grein við víðum sveipi greinar Mrdalo Zvonimir búskaparligu avleiðingarnar av tí, sum hann kallar óbrúktir fíggjarligir møguleikar í føroyskum botnfiskiskapi. Mrdalo heldur upp á, at fiskidagaskipanin miseydnaðist vegna ov stórar ætlanir um fiskanøgdir, yvirkapasitet í flotanum og politiska uppíblanding. Ein blandað skipan, sum sameinir veiðiorku og veiðuavmarking, saman við royndum hjá grannalondunum, eigur at verða roynd, heldur hann.
Anna á Váli Guttesen viðger spurningin um vit kunnu hava álit á gransking. Ein sera viðkomandi spurningur, tí sum Anna ger vart við, so er gransking grundarsteinurin í allari vitan, og tí er tað alneyðugt, at vit hava álit á granskingarúrslitum. Hugsanin við greinini er at varpa ljós á trupulleikan við at endurskapa og at fáa lesaran at spyrja seg sjálvan, hvussu álítandi gransking sær út.
Hergeir Teitsson og Sissal Vágsheyg Erenbjerg skriva um hækkandi vatnstøðu og framtíðar samferðsluútbyggingar. Vit síggja, at vatnstøðan við Føroyar hækkar, eins og vit síggja tað í globalu myndini – bæði í modellum og í fylgisveinayvirvøku. Hesar eygleiðingar verða brúktar í greinini fyri at siga nakað um vatnstøðu og vatnstøðuhækking.
Eitt skaðadýr í grønmetisveltuni er kálflugan. Hana skrivar Jógvan Fróði Hansen eina grein um. Kálplantur trívast væl í Føroyum, men kálflugan kann í menningarstiginum sum ormvera gera stóran skaða. Við at skilja lívsringrás hennara ber til at avmarka ella fyribyrgja álop.
Allar greinirnar í Frøði eru prýddar við góðum og viðkomandi myndum.