Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Laksatorgið verður leygardagin

Jóhann Lützen

Stóra familjutiltakið verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum. Í ár eru tað 25 ár síðani fyrsta Laksatorg og hesi árini hevur tiltakið ment seg nógv, bæði í stødd, staðseting og innihaldi. Sum vant, so vera tað hópin av ókeypis upplivingum til bæði stór og smá. Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip.

Tað eru Runavíkar kommuna og Visit Runavík, sum skipa fyri Laksatorginum, við góðum stuðli frá Bakkafrost.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan hugnaligan dag fyri alla familjuna.

Tiltakið byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.00. Meira kunning á facebook síðuni hjá Laksatorginum.