Hansa Maifríða Glerfoss bloggar
Eg var í útvið 3 vikur á oynni Kythira, ið sigst vera oyggin, har kærleiksgudinnan Afrodite varð fødd.
Å dú, á dú, hvat kundi mann so ikki væntað av hendingum á hesum stað?
Men, míni ørindi vóru at hugsavna meg, løða lívsbattaríðini, vera í einingi og skriva, og hetta var júst rætta staðið til endamálið.
Her vóru ikki so nógv ferðafólk, so eg átti tíðina í einingi, júst eftir tørvi. Herligt!
Á oynni var so lekkursliga heitt og deiligt og fólk vóru so ektað, vinarlig og blíð, so eg stórtreivst.
Ein dagin, fór eg á strondina og var at kalla einsamøll eina løtu, tað bilti púrt einki, tí strondin var framúr vøkur og veðrið var stilt og milt, so eg lá bara og neyt at liggja har at kalla í einingi.
Nakrir seglbátar lógu útfyri strondini. Aldurnar tutlaðu spakar og rullaðu smásteinarnar inn og út við sær á darrandi ferð síni mót havinum og innaftur ímót sjóvarmálanum.
Á, tann vakri ljómur, ið á onkran hátt var so gudómmiliga purlandi, putlandi og bleytmjúkur, tá smáaldurnar í sínum mildni fínslípaðu og rullaðu smásteinarnir, ímeðan sólin róliga setti handan vestanfjøllini í Kapsáli.
Einki er, sum summarkvøld við strendur, tað er so vist og satt! Mín meinig er, at hetta vakra og friðarliga kvøldið á strondini í Kapsáli, á oynni Kythira, kann væl teljast við!
Afroditeoyggin, í miðjum summarmála er eggjandi vøkur og friðsæl…
Píka sjey tú, mitt í øllum friðinum, nú kemur ein snøgg strandleyva ella rættari ein vælbygdur brimil á tveimum beinum slotandi framvið sjóvarmálanum. Ver ikki fyri! Mýrkabrúnt hold, væl bygdur, hálvlangt hár, ið hekk niður á herðarnar.
Í nøkur sekund, kendi eg knøðini blotna, men nei, nei, so illanstíð heldur! Eg ætlaði mær so ikki at vera fyri!
Eg hugdi síðani allar aðrar vegir, men hvørjaferð eg bara líííka kukkilúraði ta leið, eg hugsaði brimilin møguliga var nú…
Ja, so píka sjey komma seks, so stardi beistið so beint aftur.
Tit skilja sjálvandi, at eg mátti líkasum klamsa eyguni aftur og lata, sum eg fekk salt ella sand ella ja bar okkurt í eyguni. Ja, bara okkurt annað enn brimilin! – Jújú, tað riggaði…
Men tað gekk bert ein lítil løta, so kom hesin skyggjandi, vælbygdi, sólbrúni brimilin, so beint yvir ímóti mær, har eg lá og strekti meg á sólbriksini við sjóvarmálan.
Í berum fjálturi, skundaði eg mær at venda steikini, so brimilin skuldi halda, at eg ikki sá hann.
Meðan eg soleiðis liggi á búkinum, lúri eg um hann framvegis er har. Jú, mín sann, har stóð hesin vælvaksni brimilin og rembaði sær skamt frá fótalagnum, nakað til vinstru. Hann toygdi seg upp móti sólini, strekti síðan armarnar aftur um bak í roynd síni at øra meg.
Hansara patur lá so ikki eftir, eingin kann siga annað enn, at hann royndi, og ta til UG.
Nú vóru góð ráð dýr! Eg mátti bara gera, sum mann sær djórini gera, í The Animal Planet, tá tey kenna seg hótt. Eg avritaði teirra framferðarhátt og at kalla gavst at anda. Lat simpulthen, sum var eg steindeyð eina løtu. So lúrdi eg aftur. Jù, tað riggaðaði, nú skifti brimilin kós. Fjew, sum tað lætnaði. Við løttum sinni tók eg dik á meg, reisti meg, stillaði sandalirnar og fór mær ein svalandi svimjitúr.
Tá eg skuldi koma at landi aftur, sá eg til mítt stóra forskrekkilsi, at brimilin hevði stillað seg so beint við sandalirnar. Ja, tað var líkavið hann var farin í tær. Ja, tú, har stóð hann við einum stórum smíli og hugdi so beint uppá meg.
Hetta kendist sum umvenda útgávan av søgnini um kópakonuna. Munurin var, at her var tað brimilin, ið vildi hava Mikladalskonuna.
Noy so illanstíð. Eg so kúvendi útaftur við sjógv á baki. Einki skuldi eg í nakra brimlafellu í Grikkalandi. So eg kastaði uppá nakka og fór kurlandi út í havið aftur við øllum mínum óskalaða frælsi.
Har var einki at gera. Brimilin mátti geva upp og Mikladalskonan slapp heim við sínum sandalum í øllum góðum.
Helst var tað sama upprunaskúmið, ið Afrodite aldist úr, ið var við til at eggja Brimilin?
Eg veit ikki, men eg helt so uppá mítt. Einki skuldi eg, hava nakran grikskan brimil um skrúvuna. So mugu grikskir gudar og kærleiksgudinnur og eggjandi havfroði akkurát um alt sítt.
Punktum!