Donald Trump bindur nú amerikonsku herverjuna í Evropa beinleiðis saman við samráðingunum um Grønland. Danmark og Grønland vísa aftur, at landið er til sølu.
Á veg heim frá NATO toppfundinum í Ankara segði amerikanski forsetin, at framtíðin hjá amerikansku herverjuni í Evropa kann verða tengd at spurninginum um Grønland.
Spurdur um hann hevur ætlanir um at trekkja hermegi úr Evropa svarar Trump:
“Eg havi ikki tikið eina endaliga avgerð. Tað velst um Grønland. Vit ynskja at fáa eina sera góða avtalu í lag um Grønland, og um vit ikki gera tað, fari eg kanska at gera tað.”
Útsøgnin kemur, eftir at Trump undir NATO toppfundinum enn einaferð helt stóð fast við, at USA eigur at fáa tamarhald á Grønlandi.
“Grønland eigur at vera undir amerikanskum, ikki donskum, tamarhaldi”, segði hann og helt fram, at Danmark ikki ger nóg mikið fyri Grønland, meðan landið hevur stóran strategiskan týdning fyri USA.
Mette Frederiksen, gjørdi undir toppfundinum enn einaferð greitt, at Grønland ikki er til sølu, og at Danmark er til reiðar at verja kongaríkið. Eisini grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen staðfesti, at Grønland ikki er til sølu, og at altjóða lóg og sjálvræðisrætturin skulu virðast.
Trump hevur fleiri ferðir fyrr sett fram ynski um at fáa ræði á Grønlandi, men seinastu útsøgnirnar eru serstakar, tí hann nú beinleiðis knýtir spurningin saman við amerikonsku herveruni í Evropa og NATO-samstarvinum.
