Harleyvegghamar
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjur barnasangur skal læra føroysk børn fyrstuhjálp

Jóhann Lützen


Tita og Treysti (Jóhanna og Bjarki)”Vit hjálpast at”
Útgivið 9. juli 2026 av Plátufelagnum Tutl

Ein stór barnaverkætlan fer av bakkastokki í dag. Startskotið er nýggi pop-sangurin “Vit hjálpast at”, har maskottarnir Tita og Treysti fara at læra føroysk børn um fyrstuhjálp og tryggleika í barnagørðum og skúlum. Kanningar úr grannalondunum vísa, at børn ofta flýggja frá staðnum, um onkur fær skaða, serliga um tey gerast bangin ella kenna skyldu fyri óhappinum. Hetta vil Betri Trygging nú broyta.

Høvuðsboðskapurin í nýggja sanginum er greiður: Tað er gott at spæla úti í føroysku náttúruni, men hendir eitt óhapp, so rýma vit ikki – vit hjálpast at.

Ungar stjørnur og royndir tónleikarar
Tað eru tvær bjartar, ungar stjørnur á føroyska tónleikapallinum, ið syngja sangin saman fyri fyrstu ferð. Tey eru Bjarki Virgarsson Trondesen (úr Hoydalar og vinnari av SMS-Vox ’24) og Jóhanna Biritudóttir Iversen (úr Jól í Grannalagnum ’25 og vinnari av SMS-Vox ’25).

Tey fáa eisini hjálp frá einum fittum barnakóri við gentum í aldrinum 6-12 ár, sum eita Óluva Lín, Vársól, Ronja Rún, Ragna og Nora.

Eydna Skaale hevur skrivað tekstin, og brøðurnir Petur og Hjørtur Háberg hava gjørt lagið og spælt øll ljóðførini. Teir hava framleitt sangin saman við Urbanusi Olsen, sum eisini hevur ljóðblandað og mastrað.

“Vit hjálpast at” er tøkur á øllum stroymingartænstum frá í dag.
   Lurta her