Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jógvan Hansen við nýggjum lagið

Jóhann Lützen

Ein av okkara kendastu og best umtóktu røddum, Jógvan Hansen, er aftur aktuellur við einum staklagi, sum júst er komið út

Hesa ferð bjóðar Jógvan upp á eina bleyta, men samstundis kraftmikla tónleikauppliving, har hansara vælkenda og kensluborna rødd verður flættað saman við meistaraligum Harmoniku og Bratsj spælið.

Lagið, sum ber heitið “Hvørt lítið fet” erein vælkend og høgt elska Íslensk vøgguvísa.

Íslendska nobelskaldið Halldór Laxness hevur skrivað tekstin og Jón Norðdal hevur gjørt lagið. Upprunaliga skrivað til sjónleikin Silvurmánið frá 1954. Fyrsti leikur í tá nýggja Tjóðleikahúsinum í Reykjavík. Í leikinum er tað Lóa, unga mamman við vøkru røddini, sum syngur fyri nýfødda barnið sínum. Hetta er undir kalda krígnum, og merkjast tær stúranir fyri framtíðini, sum tíverri eisini merkja okkara tíð, sangin.

Tað er Hans Hjalti Skaale sum hevur týtt lagið til føroyskt. Jógvan og Hans Hjalti hava seinnu árini samstarva um fleiri løg, eitt nú lagið: Niðri á sandi, sum hevur verið sera nógv spælt og væl dámt.

“Hetta lagið merkir nakað heilt serligt fyri meg. Eg havi arbeitt leingi saman við Matta Kallio við at finna rætta ljóðið, og eg gleði meg ótrúliga nógv til at deila tað við føroyingar og øll onnur, sum lurta,” sigur Jógvan Hansen.

Lagið er tøkt á øllum kendum stroymingartænstum (Spotify, Apple Music, YouTube o.s.fr.) frá í dag av. Eisini er video gjørt til lagið.

Hvørt lítið fet. (Hvert örstutt spor)

Orð: Halldór K. Laxness, Lag: Jón Nordal

Føroyskað: Hans Hjalti Skaale

Accordion by Matti Kallio

Viola by Christopher Stout

Produced by Matti Kallio at Fireland Music

Mastered by Svante Forsbäck

Performed by Jógvan Hansen

Video made by Kári Halldórsson