Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið í vikuni

Hanus Kjølbro

Veðurkortini fyri næstu viku síggja gott út. Hann fer at liggja millum sunnan og útsynning til miðvikuna, og eftir tað gongur hann upp í vestan og fram ímóti vikuskiftinum norðan.

Eitt hátrýst er beint sunnan fyri okkum, og tað fer at liggja har 3 dagar afturat. So fer tað eystureftir ímóti Noregi, men eitt annað hátrýst fer at mennast vestanfyri og fer at nærkast okkum. Tað fer at liggja beint vestan fyri okkum, og tí fer ættin upp í norðan.

Einki brúgvalag við regni sæst ætla sær hendaveg næstu vikuna, men kanska okkurt fjallaregn verður. Nógvar dagar klárt og sól, serliga undan ættini. Vestanfyri – t.e. ímóti ættini – fara tey at hava løtur við mjørka.

Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:  

Mánadagin:

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, klárt við sól og turt, sunnanfyri og vestanfyri mjørki í støðum. Hitin 11 til 17 stig.


Týsdagin:

Lítið lot millum sunnan og útsynning, minni enn 5 m/s, klárt við sól ella smáskýggjað við sólglottum og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 11 til 17 stig.


Mikudagin:

Lítið lot millum sunnan og útsynning, minni enn 5 m/s, klárt og sól og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 13 til 18 stig.


Hósdagin:

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, seinni útnyrðingur, skýggjað ella hálvskýggjað, í støðum vestanfyri tám ella mjørki, men eisini klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum. Hitin 11 til 16 stig.


Fríggjadagin:

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, seinni fer hann eysturum til landnyrðing. Klárt elluma smáskýggjað við sól ella sólglottum og turt. Hitin millum 11 til 16 stig.