SDstuðlar
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið um vikuskiftið

Hanus Kjølbro

Veðrið um vikuskiftið

Eitt hátrýst er yvir havleiðini sunnan fyri Ísland. Tað góða veðrið rundan um tað røkkur heilt til okkara við lítlum vindi og hálvklárum lofti.

Soleiðis fer veðrið at vera í morging eisini. Sunnudagin fer hátrýstið eystureftir, og tá fáa vit meira grátt loft og okkurt ælið.

Hann hevur ligið høgt í nakrar dagar, og tað sæst væl á hitalagnum. Í gjár vóru 5-6 stig við vøllin í Klaksvík, tá ið dystur var. Tá ið hann er komin niður í útsynning í nátt, fer lýggjari luft at reka ímóti okkum, og hitalagið fer nøkur stig uppeftir.

Men taka vit veðrið hetta vikuskiftið, so er í dag er upp í frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Í kvøld gongur hann niður í vestan og minkar sum frá líður niður í eitt lítið, minni enn 5 m/s. Skýggjað ella hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.

Í morgin er eitt frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað við sólglottum og kanska okkurt ælið. Hitin 10 til 15 stig.

Sunnudagin upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Regn um náttina. Hitin 9 til 14 stig.

Gott vikuskifti.