Laksatorgið, sum í ár hevur 25 ár á baki, eydnaðist avbera væl í føgrum og heitum sólarveðri.
Torgið hevur havt ymsar staðsetingar – eitt nú við gamla býráðshúsið, við havnalagið niðanfyri, men nú seinnu árini niðri á Bakka.
Hetta er ein avbera góð staðseting við ríkiligt av plássi til búðir av øllum handans slagi.
Tað var ikki endi á mongu ymsu vælsmakkandi laksaverðunum, ið vóru í boði.
Hugaligt var at síggja kendastu og bestu vinnulívsmenninar í Klaksvík sum grillmeistara á størstu grillini!
– Hetta dugdu teir hegnisliga væl, eins og var tað teirra serliga styrki – gastronomi
Tú kundi eisini vera inni í snotiliga Bakkafrostbygninginum, har tú kundi njóta sólina á svalanum, fáa ein bita inni, meðan kapelmeistarin, Kim Hansen spældi.
Stutt eftir miðdag høvdu 2.500 fólk verið um høvuðsdyrnar hjá Bakkafrost, og nakað tað sama um hurðina niðri við havnalagið.
Grinkil sigldi eisini út og inn við ferðfólki, meðan stóru og flottu stuttleikabátarnir hugnaðu sær við bryggju við hópin av fólki umborð.
Jú, ein avbera góður dagur á Bakka í dag við stak nógvum fólkum, sum nutu dagin og frálíka matin.
Takk fyri!


















































