Hann er vestan í dag, men fer upp í útnyrðing og norðan út á seinnapartin. Ikki nógvur vindurin, 3 til 8 m/s. Loftið klárt ella hálvskýggjað. og fitt av sól ella sólglottum í flestu støðum, men onkrastaðni tám ella mjørki. Hitin í dag upp í 17 stig, har ættin er tann rætta. Í flestu støðum upp í 14 stig. Í nátt kølnar niður í 9-10 stig.
Í morgin er hann norðan, til nakað er ligið út á seinnapartin. Tá fer hann at ganga niður í vestan ella útsynning. Bert eitt lítið lot allan dagin, minni enn 5 m/s. Hitin 12 til 16 stig; um náttina um tey 10 stigini.
Sunnudagin byrjar hann við útsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt, í støðum mjørki. Út á dagin gongur hann upp í útnyrðing. Sama lítla vindferð. Hitin 12 til 16 stig.
Gott vikuskifti.
