Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjáldsom sólarmyrking verður í Føroyum 12. august

Klæmint Klakk

Flestu føroyingar minnast helst 20. mars 2015, tá full sólarmyrking var í Føroyum. Tá hvarv sólin heilt eina løtu, og mitt á degi gjørdist náttarmyrkt.

Tann komandi sólarmyrkingin verður ikki full, men hon verður kortini tann størsta, sum sæst úr Føroyum í nógv ár.

Um lítlan mánaða, 12. august, fer mánin at leggja seg fyri sólina, og í Føroyum verða umleið 91 prosent av sólini fjald.

Sambært Veðurstovuni byrjar sólarmyrkingin klokkan 17.56, er størst klokkan 18.54 og endar klokkan 19.50. Hóast størsti parturin av sólini verður fjaldur, verður kortini ikki heilt myrkt, tí tann lítli parturin av sólini, sum sæst, gevur framvegis nógv ljós. Kortini kann hitin lækka nøkur stig.

Soleiðis sá tað út í Illanois í 2017, tá í ein partvís sólarmyrking á millum 93 og 97 prosent fór fram.

Slíkar upplivingar eru sera sjáldsamar á sama stað.

Sambært útrokningum verður eingin partvís sólarmyrking, sum fjalir eins stóran part av sólini, í Føroyum hesa øldina. Tann næsta stóra partvísa sólarmyrkingin verður í 2048, tá umleið 89 prosent av sólini verða fjald.

Skal ein uppliva eina fulla sólarmyrking aftur í Føroyum, verður bíðitíðin drúgv. Sambært Timeanddate verður næsta fulla sólarmyrking, sum sæst úr Føroyum, 3. juni 2133, also um góð 100 ár.

Varðst tú so óheppin at tað var yvirskýggjað har tú stóð í 2015, ella ynskir tú at uppliva eina fulla sólarmyrking ummaftur, nýtist tú tó ikki at bíða so leingi.

Sólarmyrkingin 12. august verður full í pørtum av Grønladi, Íslandi, Spania, Ruslandi og einum líltum parti av Portugal, so ert tú í onkrum av hesum londunum hetta tíðarskeiðið, kanst tú umhugsa at ferðast hagar fulla sólarmyrkingin rakar.

Fullar sólarmyrkingar henda í miðal við 18 mánaða millumbili onkrastaðni á jørðini, so tað er eisini møguligt at ráðleggja eina ferð í framtíðini. Tað verður aftur full sólarmyrking 2. august í 2027, sum millum annað kann upplivast í Spania, Egyptalandi og Gibraltar.