Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rene heldur fram í KÍ

Jóhann Lutzen

Vit í KÍ fegnast um, at ein av fjølbroyttu lyklaleikarunum tekur enn eitt tørn

René Shaki Joensen er ígongd við fimta árið í KÍ og hevur nú gjørt avtalu um tvey tey næstu.

Um René sigur komandi KÍ-venjarin, Fróði Benjaminsen: – Vit báðir kennast og hava spælt saman á landsliðnum og í HB. René er ein ógvuliga fjølbroyttur leikari og ein av teimum fáu, sum kann spæla á øllum plássum á vøllinum. Hann hevur nøkur ár eftir í sær á hægsta stigi, so tað gleðiligt, at hann heldur fram í KÍ.

Um sítt val sigur René sjálvur: – Frá fyrsta degi havi eg kent meg sera væl móttiknan í KÍ. Tað hevur verið lætt at finna seg til rættis, og eg eri sera takksamur fyri álitið, eg havi fingið. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu nógv góð fólk leggja eitt stórt sjálvboðið arbeiði í felagið. Tað sigur nógv um, hvat KÍ er. Eg kenni, at eg enn havi nógv meira at geva, og eg gleði meg til at arbeiða hart fyri at hjálpa KÍ at halda fram við at røkka nýggjum málum. Eg eri sera fegin um at hava skrivað undir ein nýggjan tvey ára sáttmála, og eg gleði meg til tað, sum liggur fyri framman.

René hevur í ár verið nakað darvaður av skaða, men nærkast at fara undir fulla bóltvenjing aftur.  Vit ynskja honum bestu eydnu í kongabláu troyggjuni komandi árini.