Ólavur Garð Thomsen (f. 5. juni 1942 – d. 13. juli 2026) vaks upp ovarlaga á Biskupsstøð og bygdi hús tætt norðan fyri barnaheimið. Tann 7. august 1965 Ólavur við Jancy, fødd Sigurðsson, og ættað úr Klaksvík. Tey giftust, sum hann sjálvur segði, tá ið ein skái var í dystarskránni hjá KÍ. Tey bæði fingu fýra døtur Elsebeth, Hanna, Ingunn og Anja.
Áhugan fyri ítrótti hevði Ólavur ikki frá fremmandum, tí pápi hansara, Andrias, var við til at stovna Norðragøtu Bóltfelag í 1926. NGB skifti seinni navn til GÍ í 1940 og Víking í 2008. Andrias var eisini nevndarlimur hjá KÍ.
Ólavur byrjaði á dreingjaliðnum, sum vann FM í 1957 og var eisini við at vinna FM-heitið bæði í dreingja- og miðaldeildini í 1959. Hann leikti einstakar dystir á besta liðnum í 1959 og frá 1960 gjørdist hann fastur maður á KÍ liðnum; var sostatt við at vinna FM sjey ferðir: Í 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972.
Hann leikti altíð í verjuni, stundum í høgra borði, men oftast sum annar av miðbakkunum. Hann hevði tær eyðkendu dygdirnar hjá einum verjuleikara; var likamliga væl fyri, ógvuliga stinnur við høvdinum, drúgvur í nærdystum og sýntist altíð at hava tamarhald á støðuni. Hann var sera treystur, og fylti avbera væl í verjuni. Dugdi eisini at spæla bóltin væl frá sær við skili. Ólavur var siðiligur spælari, ið ikki leyp framav á vølli.
Hann leikti seks landsdystir: Í 1963 móti Hetlandi, í 1967 móti Hetlandi og Íslandi B, í 1968 móti Orknoyggjum og Íslandi B og í 1969 móti Hetlandi – tá var hann liðskipari. Hann var eisini liðskipari hjá KÍ í 1964.
Kletturin í KÍ verjuni. Ólavur var saman við øðrum grundarsteinurin undir góðu verjuni, sum KÍ hevði tey árini. Trúfastur og røkin, sum hann var á vølli, var hann tað eisini í sínum yrki; tí hann starvaðist í úti við ein heilan mansaldur hjá Føroya Bjór.
Ólavur sat leingi í nevnd Klaksvíkar Ítróttarfelags. Frá 1960 var hann kassameistari og var við til at fáa KÍ høllina bygda í 1969. Seinni gjørdist hann innkrevjari við vøllin og varð kosin heiðurslimur fyri drúgva og trúgva tænastu.
Ólavur var altíð spentur, tá KÍ spældi. KÍ hevur mist ein úrmæling í verjuni og ikki minst ein trúgvan stuðul.
Ærað veri minnið um Ólav Garð Thomsen.