Í dagsins Frískt lot-sending fara Rannvør og David at práta við fleiri áhugaverdar gestir um kost og heilsu.
Vit fara at hoyra eina samrøðu við Magna Mohr, ið er ph.d. í ítróttarfysiologi, um týdningin av góðum og fjøllbroyttum kosti, umframt at røra seg.
Rosa Egholm, ið røkir Instagram vangan real_raw_rosa kemur at práta við okkum um týdningin av at skapa sær góðar vanar, sum stuðla upp undir heilsuna.
Eisini fara vit at práta við Elisabet Vang, sum er IFBB Bikini Pro og hevur starvast á hægsta stigi innan skandinaviskan fótbólt sum fysiskur venjari, um strykivenjing og kost á einum íkara støði.
Sendingina kann hoyrast live frá kl 15-16 her: https://stroym.fo/nordlysid_live.html
Um tað ikki er møguligt at lurta live ella, ein ynskir at lurta umaftur, so liggja sendingarnar her: https://nordlysid.fo/category/poddar/friskt-lot/
Til ber eisini at fylggja nærri við sendingini, at skriva til vertirnar og at luttaka í kappingum á instagram vanganum: https://www.instagram.com/frisktlot?utm_source=ig_web_button_share_sheet&igsh=ZDNlZDc0MzIxNw==
